Danskir myndugleikar hava fingið 42 fráboðanir úr Føroyum um illgruna um hjáárin av koronukoppingarevninum Comirnaty hjá Pfizer og BioNTech. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann, sum hevur sett 13 spurningar um koronukoppsetingarnar. Málið var til umrøðu í Løgtinginum í dag.
Síðani farið varð undir at koppseta 30. desember 2020, eru fleiri enn 100.000 koppsetingar framdar í Føroyum. Fram til august 2023 skuldu fráboðanir um møgulig hjáárin sendast donskum myndugleikum. Síðani hevur borið til at boða frá í Føroyum. Eingin fráboðan um møgulig hjáárin av koronukoppingarevninum var komin í føroysku skipanina, tá svarið varð skrivað 9. oktober.
18 fráboðanir skrásettar sum álvarsamar
Bæði borgarar og heilsustarvsfólk hava boðað frá. Av teimum 42 fráboðanunum vórðu 18 skrásettar sum álvarsamar. Ein fráboðan kann fáa ta flokkingina, um hon til dømis snýr seg um sjúkrahúsinnlegging, lívshóttandi sjúku ella andlát. Landsstýriskvinnan greiðir frá, at ein illgruni er nóg mikið til at senda eina fráboðan, og at tølini tí ikki staðfesta, at koppingarevnið elvdi til hendingarnar.
Ein av teimum 42 fráboðanunum snúði seg um eitt andlát hjá einum borgara, sum var 65 ár ella eldri. Landslæknin upplýsir eisini um tríggjar rættarlæknaligar líkskurðir eftir andlát stutt eftir koppseting. Í øllum trimum førunum var niðurstøðan, at álvarsom og varandi sjúka elvdi til andlátið. Kanningarnar staðfestu einki samband við koppsetingina.
Tvey endurgjaldsmál eru framvegis opin
Danska Patienterstatningen hevur fingið fimm umsóknir um endurgjald frá føroyskum sjúklingum, tveimum monnum og trimum kvinnum í aldrinum 30 til 50 ár. Trý mál eru avgreidd, og í øllum trimum førunum varð niðurstøðan, at sjúklingurin ikki hevði rætt til endurgjald. Hinar báðar umsóknirnar komu í 2026 og eru framvegis til viðgerðar.
Jenis av Rana spurdi eisini, um landsstýrið fer at taka stig til eina óhefta føroyska eftirmeting av koppsetingarátakinum. Landsstýriskvinnan svarar, at landsstýrið ikki arbeiðir við einari slíkari eftirmeting. Heldur eingin skipað langtíðaruppfylging er sett í verk fyri føroyingar, sum hava havt álvarsom ella drúgv heilsuárin eftir koppseting. Les alt svarið hjá landsstýriskvinnuni