info
Ongi úrslit

Burn: Havnarliðini deildu stigini - H71 vann stórsigur á StÍF

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini

Heri Á. Simonsen
15. november 2026 kl. 21:15

Seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn Mansdeildini.

Verandi greipuvinnararnir, H71 hildu stásið við líka við stórsigri á StÍF í høllini á Skála.

Dysturin endaði við 43-27 sigri til H71. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 22-13.

Við sjey málum var Antoine Leclére Messebel toppskjútti hjá StÍF.

Boas Ellefsen á Skipagøtu fyllir 17 ár í komandi viku. Í dag var hann stórskjútti, og skoraði heili 13 mál fyri H71.

Í grannauppgerðini millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi Norður var harafturímóti háspenningur. Dysturin endaði við javnleiki 25-25. Tað leikaði javnt á allan dystin. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 13-13.

Rói Berg Hansen var við 10 málum toppskjútti hjá Neistanum. Við sjey málum hvør vóru Teitur Poulsen Hellisdal og Filip Haldansen toppskjúttar hjá Kyndli.

H71 er fremst í deildini við fullum stigatali, 18 stigum. VÍF er næstfremst við 16 stigum. Kyndil hevur 11 stig, og KÍF og Neistin hava 10 stig hvør. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast við bert einum stigi.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

6 minuttir síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

56 minuttir síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

1 tími síðan
Tíðindi

B71 gentur vunnu stóra flogbóltskapping í Danmark

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Tey halda okkum vera keyptar

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggjar skúlin stættasamfelagið?

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann stórsigur á VÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

SpaceX fangaði Star­ship úr luft­ini á fyrsta sinni

3 tímar síðan
Tíðindi

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

3 tímar síðan