B68 skrivar solseiðis í kvøld:
25 ára gamli Rói Dahl Olsen verður partur av hópinum hjá B68 komandi kappingarár.
Rói er uppvaksin á Strondum og hevur havt allan sín fótbóltsuppvøkstur á Skála, undantikið eitt stutt tíðarskeið í FC Hoyvík.
Longu sum 18 ára gamal fekk hann sín fyrsta dyst í bestu mansdeildini við Skála.
Rói er ein offensivur høgri bakkur, sum serliga hevur ferð og stóran arbeiðshug sum sínar styrkir. Harumframt er hann fjølbroyttur og kann røkja fleiri pláss á vøllinum.