info
Ongi úrslit

Jacob Vester­gaard vil kanna regl­ur um kapp­bjóð­ing við húsa­sølu

Landsstýrismaðurin vil kanna, um nýggjar reglur um boðgeving kunnu gera tað lættari at keypa sín fyrsta bústað. Hann heldur, at broytingar helst kunnu gerast uttan at broyta lógina.

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 18:41

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, er sinnaður at kanna, um reglur kunnu setast fyri kappbjóðing við húsasølu. Tað sigur hann í einum § 52a-svari til Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum hevur spurt, um landsstýrismaðurin vil kanna og møguliga seta í verk reglur, ið tálma uppboðslíknandi kappbjóðing.

Prísirnir á húsum og íbúðum eru hækkaðir í nógv ár, og tað ger tað serliga trupult hjá teimum, sum skulu keypa sítt fyrsta heim, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at fleiri orsakir helst eru til prísgongdina, men heldur, at verandi mannagongd, har øll boð verða løgd út á heimasíðuna hjá ognarmeklaranum í 48 tímar, ger støðuna verri hjá keyparunum.

Heimildin hevur staðið óbrúkt

Lógin um keyp og sølu av fastogn frá 2011 ásetur millum annað, hvør kann reka ognarmiðlanarvirksemi, og hvørjar upplýsingar skulu gevast um kontantprísin. Jacob Vestergaard metir, at lógin í ávísan mun gevur keyparum greiðar og tryggar karmar, men at mannagongdirnar fyri boðgeving eru minni greiðar.

Lógin heimilar landsstýrismanninum at seta reglur um sølu, har keyparar verða bidnir um at geva boð. Tað fevnir eisini um rættin til at fáa upplýsingar um, hvørji boð eru komin inn. Heimildin hevur higartil staðið óbrúkt, og ognarmeklararnir hava sjálvir ment mannagongdirnar, sum verða nýttar í dag.

Jacob Vestergaard nevnir donsku skipanina sum ein møguligan íblástur. Hann hevur fyribils sagt seg vera sinnaðan at kanna málið. Sambært landsstýrismanninum kunnu reglurnar sannlíkt setast við heimild í verandi lóg.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

8 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Stóra Bretland á vitjan

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Rói flytur yvir um fjørðin

41 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

42 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: FM í skúlatalvi við Tjarnir

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍF fær útlendskan málverja

1 tími síðan
Tíðindi

Vivian Sjóðklett við barnasangi

1 tími síðan
Tíðindi

42 fráboðanir um ill­gruna um hjá­árin eftir koronu­kopp­seting

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur Á handil latin upp í Norðragøtu

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr nær Suð­ur­oy­ar­tunn­il­in fær góð­kenning

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Moldavar vísa ikki føroysku málmøguleikarnar

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Tingfundur 18.11.26

3 tímar síðan
Tíðindi

AP: Trump og Put­in hitt­ast á fyrsta tví­parta­fundi síð­ani Alaska

3 tímar síðan