Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Bergsøy var aftur fyri tapi í dag.
Á útivølli í Drammen tapti Bergsøy greitt 22-31. Í steðginum var Drammen á odda 13-10.
Pauli var noteraður fyri tvey mál, og Ovi var noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Bergsøy er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum fyri 10 teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag klokkan 17 fær Bergsøy vitjan av Kristiansand.