info
Ongi úrslit

Jógvan Dahl, guitaristur og lærari, farin foldum frá

Jógvan Dahl var føddur 1. Januar 1948, og hevði hann sostatt føðingardag fyrsta dag í árinum, sum hann fór foldum frá 7. dag í 2023, júst fyltur 75 ár.

Dagfinn Olsen
9. januar 2023 kl. 20:43

Fyri tveimum døgum síðani, tá Kvf í táttinum Andlát bar okkum føroyingum tíðindi um, hvør var látin, var Jógvan Dahl, búsitandi í Keypmannahavn. nevndur: deyður á Glostrup Sjúkrahúsinum tann 7. Januar 2023, 75 ára gamal.

Jógvan Dahl var kendur, kanska serliga sum guitarleikari, har hann m.a. var við í Faroe Boys og í bólkinum Harkaliðið. Men hann var við í so mangari aðrari tónleikasamanseting, og var virkin á tónlistaøkinum, og legði ongantíð guitaran, tónleikin, á hillina.

Jógvan var eisini kent andlit í yrki sínum sum lærari í Hoydølum í mong ár.

Jógvan Dahl var føddur 1. Januar 1948, og hevði hann sostatt føðingardag fyrsta dag í árinum, sum hann fór foldum frá 7. dag í 2023, júst fyltur 75 ár.

Jógvan var vanliga sagdur at vera ættaður úr Vági. Í minngarorði á Suðurrás upplýsir vinmaðurin Arnfinnur Thomassen, at Jógvan var sonur Einar Dahl á Gørðunum í Vági og Jensiu (vanliga nevnd Duddan) f. Andreasen úr Havn. Eftir barnaár í Vestmanna og í Havn flutti familjan til Vágs, tá ið Jógvan var hálvvaksin.

Tað var í Vági í sekstiárunum, at ferð kom á tónleikalívið hjá Jógvani, og kom hann har m.a. í samband við Robert McBirnie, sum hann seinni samstarvi við í Faroe Boys og eisini bert teir báðir tveireinir á plátuútgávu.

Eftir tíðina í sekstiárabólkum, byrjaði seinast í sekstiárunum, ella umleið 1970, tíðin í bólkinum Harkaliðið. Ein tíð, har Jógvan við sínum frálíka guitarleiki, og eginleika at syngja kórrødir, av álvara kom til sín rætt á hesi serligu hillini, har Harkaliðið í serligum blandi av satiru, fólkatónleiki, røddum og streingjaleiki, vísti nýggjar leiðir, og kanska skapti nakað serligt, ið ongin av álvara gjørdi teimum eftir.

Saman við Jógvan Telling Joensen, Anniku Hoydal og Kára Mouritsen fór Jógvan Dahl undir at syngja vísur og tættir frá stundentakabarettum. Og  við musikaliteti lótu tey vísur, og seinni kvæði, í nýmótans tónleikaham, og góvu út á plátu. Hetta kundi arga onkran, men ongin kundi ivast í, at her var okkurt nýtt, og nakað, ið tónleikaliga var sum tað skuldi vera.

  Harkaliðið gjørdist í sjeytiárunum í stóran mun ein útisetabólkur í Keypmannahavn. Seinni, tá fleiri teirra í áttati- og nítiárunum eru flutt aftur til Føroya, rennur aftur saman teirra millum, og við útgávu og konsertum gera tey aftur vart við seg. Uttan at hava mist evnini at arga, men tey hava sanniliga eisini varðveitt evnini at gleða og undirhalda.

Komin nakað til árs ger aldur vart við seg millum limirnar, og Harkaliðið leggur árarnar inn.

Jógvan Dahl spælir tó framvegis árini eftir hetta, og m.a. eru hann og Annika javnan at síggja og hoyra á palli, saman við Kaj Johannesen, sála, og Eyðuni Hansen.

Í útiseta árunum møtti Jógvan konu síni Lene, ið er úr Brande. Tey giftust 22. august í 1981.

Fyri nøkrum árum síðani fluttu Jógvan og Lene - aftur -  til Keypmannahavnar, ti børnini Henne og Martin, - og børn teirra, búðu í Danmark.

At Jógvan Dahl helt tónleikin viðlíka til tað síðsta, sæst eisini aftur, nú tað í Kvf verður lýst, nær jarðarferðin hjá Jógvani Dahl verður. Sagt verður soleiðis:

Jógvan Dahl, guitaristur og fyrrverandi lærari í Hoydølum, fer til gravar úr Hans Egede Kirkju fríggjadagin 13. januar kl 13.
Tey, ið vilja minnast Jógvan, kunnu lata eina peningagávu, konta í Danske Bank.
Peningurin er til frama fyri eitt minningarhald, ið verður í sjónleikarhúsinum í summar, í samband við at urnan verður gravsett.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

5 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

5 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

7 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

7 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

8 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

8 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

9 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

9 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

9 tímar síðan