info
Ongi úrslit

Korona: Tey liva í ótta

Fólk, sum eru í vandabólki, eiga at fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett

Áki Bertholdsen
6. januar 2021 kl. 16:30
Tey, sum eru í vandabólki liva í ótta. Óttin rakar ikki bara tey, hann rakar eisini tey avvarðandi. Tað staðfesta tey í Megd, sum er áhugafelagið hjá teimum, ið bera brek, og familjum teirra. Nú fara tey eisini upp í kjakið um, hvussu føroyingar verða koppsettir fyri koronu. Avgerð er tikin um, at heilsustarvsfólk skulu koppsetast og síðani verða tað búfólk á ellis- og røktarheimum, og onnur í vandabólki, sum standa fyri tørni. Annars hava røddir verið frammi um, at tey gomlu, og tey í vandabólki, áttu at fingið tilboðið fyrst. Í Megd halda tey, at tað er langt eftir á mál, áðrenn føroyingar eru koppsettir fyri koronu. Men tað tykist sum um at tað er serliga langt eftir á mál hjá teimum, sum eru í vandabólki. – Tey liva við ótta tí tey als ikki tola smittuna og tað ávirkar bæði tey sjálvi og avvarðandi teirra, siga tey í Megd á heimasíðuni. Tey taka annars undir við, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst, tí vit eiga sjálvsagt at tryggja týðandi virksemi og hava tamarhald á støðuni. Men vit eiga eisini at forða fyri deyða og álvarsama sjúku orsakað av smittuni, siga tey í Megd. Tí halda tey, at nú eigur myndugleikin, sum skjótast, at geva teimum, ið eru í vandabólki, trygd fyri, at tey eru tey næstu at fáa tilboð um at verða koppsett. Og tey eiga eisini fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett, leggja tey í Megd afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

21 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

15 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

10 minuttir síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

42 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

5 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

12 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

14 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

15 tímar síðan