info
Ongi úrslit

Líkt til tvístøðu hjá Breckmann

Fyrrverandi løgtingslimurin, Óli Breckmann hevur virkað innan politikk síðan 1974, men var ikki valdur inn í januar. Nú er líkt til at hann fær enn ein møguleika Nýggja ABC-samgongan gevur Fólkaflokkinum tríggjar landsstýrissessir. Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard koma at sita har. Hetta merkir at fyrsta, annað og triðja varafólk sleppa at síggja dagsins ljós í Løgtinginum. Triðji maður á listanum hjá Fólkaflokkinum er Óli Breckmann, sum í dag arbeiðir fulla tíð sum lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum. Hann hevur gjørt greitt, í fjølmiðlunum, at hann trívist væl aftur í sínum borgarliga starvi. Men ikki er enn vist um hann kemur at halda áfram har. Ikki bar til at fáa viðmerking frá honum hesum viðvíkjandi. Fer Óli Breckmann ikki í Tingið, er Rodmundur Nielsen næsti maður, eftir hann er Kitty May Ellefsen á listanum.

info
Eyðstein Johannesen
26. september 2008 kl. 09:53

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

32 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

4 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan