info
Ongi úrslit

Óli Breckmann 60 ár

Sunnudagin 30. mars fylti Óli Breckmann 60 ár.Sunnudagin 30. mars fylti Óli Breckmann 60 ár.

info
1. apríl 2008 kl. 13:36
Óli varð valdur á ting 7. november í 1974, og hann var í meiri enn 33 ár markantur tingmaður og tikin úr leikum sum røðari, ið bæði undirhelt og undirbygdi.
Óli er havnarmaður. Pápin, Ludvig Breckmann (1921-1974) vaks upp á krossinum millum Hoyvíksvegin og Jónas Broncksgøtu, og har búsettist hann saman við konuni Astrið (1929-2002), sum var ættað úr Vestmanna. Foreldur hennara vóru Gunnar Dahl-Olsen, sýslumaður, og Jóhanna. Tey vóru bæði úr Vági.
Astrið og Ludvig fingu seks børn: Óli (1948), Mai (1949), Hanna (1953-1999), Birna (1957), Gunnar (1963) og Páll (1967).
Óli dugir ógvuliga væl at fortelja og taka til. Hann kennir seg sum rættan havnarmann og hevur so mangan víst á, at forfedrar hansara vóru havnarmenn í fyrstu fólkateljingini í 1801, og at tippoldurabbin var soldatur á Skansanum, tá ið Brillumaðurin tók hann í 1808!
Í 1967 leyk Óli málsligt studentsprógv í Hoydølum. Hann fór beinanvegin undir lestur í Bretlandi, har hann mundi vera fyrsti føroyski studenturin. Óli las enskt mál í Edinburgh og samfelagsfrøði í Bristol. Í 1974 var hann liðugur við lesturin, og tá varð hann settur í starv í Hoydølum.
Læraratíðin gjørdist ikki so long. Beinanvegin, eftir at hann var komin heim aftur, fór Óli at skriva í Dagblaðnum. 7. november í 1974 varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy, og harvið var sjøtil settur á politiska lívið, sum í skrift og talu varð livað, inntil Óli fall á løgtingsvalinum 19. januar í ár.
Fremsta amboðið hjá Óla í politiska andglettinum var Dagblaðið. Pennurin var lættur, skemtiligur, sarkastiskur og óvanliga spískur. Tað loysti seg fyri undirtøkuna hjá Óla og Dagblaðnum, at tað hjá lesarunum bar illa til at sleppa undan at taka støðu til Dagblaðið og Óla – uttanfloks og eisini innanfloks.
Skatturin, lønarlagið og Milton Friedman, NATO, friðarrørslan, kalda kríggið og Reagan og Tatcher, kvinnurørslan og konservativ familjuvirði vóru millum favoritttilfarið í Dagblaðnum. Í 1984 varð Óli valdur í fólkatingið, og tá gjørdi hann upp við fólkafloksleiklutin, sum hevði verið ikki at blanda seg ov nógv upp í politiska lívið á flatlondum. Óli stuðlaði við lív og sál borgarligu stjórnina hjá Poul Schlüter, og hann dugdi væl at nýta talarapallin á Christiansborg soleiðis, at tað varð umrøtt í donsku pressuni og harvið eisini í Føroyum.
Persónlig bond vórðu knýtt við fremstu borgarligu politikararnar í Danmark, og tað hevði ivaleyst sín týdning. Tiltikin er leikluturin hjá Óla, tá ið lóggivið varð um TV2, og í 1998 varð tað nógv umrøtt, tá ið Óli gav Nyrup lyfti um, at hann skuldi ikki atkvøða ímóti pinsapakkanum, um Nyrup syrgdi fyri góðari bankaavtalu.
Í 2001 varð Óli ikki valdur aftur í fólkatingið. Sum formaður í tingbólkinum hevði hann framvegis stóran leiklut, og hóast hann ongantíð gjørdist landsstýrismaður, so dugdi hann sum fáur politiska handverkið aftanfyri tjaldið at toga í træðrirnar.
Eftirtíðin vísti, at tá ið fólkatingssessurin glapp, var politiski toppurin náddur. Tá vóru longu fleiri ár síðani, at Óli var givin at skriva so nógv í Dagblaðnum, sum hann áður hevði gjørt, og politiska minnið hjá veljaranum er ikki so langt. Óli hevur fleiri ferðir tikið til, at tú verður ikki valdur fyri tað, sum tú hevur verið við til at útinna, men fyri tað, sum tú lovar at gera.
Undir fullveldissamgonguni hevði Óli eitt skifti stóran leiklut sum formaður í fíggjarnevndini, og seinasta valskeiðið var hann næstformaður í tinginum og framvegis ógvuliga loyalur samgongutingmaður.
Óli arbeiðir skjótt, og undan lætta penninum eru fleiri bøkur komnar: Eitt nú Stavnurin, sum tað varð nógv tosað og skrivað um, endurminningar um bæði Hans Paula Johannesen og Eiler Jacobsen og ein bók um skatt.
Ein stórur saknur hevur tað verið, at føroyskir politikarar ikki hava skrivað politiskar endurminningar. Hesa óhepnu traditión fer Óli heilt víst at gera upp við, um hann hevur lív og heilsuna.
Óli er giftur Birnu, fødd Midjord og ættað av Argjum. Tey búgva á Hamrinum á Argjum. Børnini hjá Birnu og Óla eru Astrið (1982), Ludvík (1985), Pætur (1988), Mona (1991) og
Bjørk (1993). Eisini eigur Óli Sissal Kampmann í Vestmanna, sum er fødd í 1974.
60 ára føðingardagin var Óli Breckmann burturstaddur. J

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

33 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

4 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan