Tað sæst í svari frá Beinir Johannesen til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt løgmann um stríðið millum Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, og hansara egnu fyrisiting.
Málið byrjaði, tá Jacob Vestergaard 29. mai gav Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík. Eftir nærri løgfrøðiliga viðgerð kom fyrisitingin í Vinnumálaráðnum til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild at geva boðini, og tey vórðu tikin aftur.
Jacob Vestergaard góðtók kortini ikki løgfrøðiligu niðurstøðuna hjá síni egnu fyrisiting. Hann fekk advokatin Annfinn V. Hansen at gera eina uttanhýsis meting, sum kom til øvuta niðurstøðu: at landsstýrismaðurin hevði heimild at geva tænastuboðini. Uppritið kostaði Vinnumálaráðnum 30.000 krónur við meirvirðisgjaldi.
Løgmaður: Landsstýrismaðurin ræður
Liljan Weihe spurdi tí løgmann, um hann metir tað vera í lagi, at landsstýrismaður alment sigur seg vera til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin eftir neyva viðgerð hevur mett tey vera óheimilað.
Løgmaður tekur ikki beinleiðis støðu til tann spurningin.
Hann vísir í staðin á, at løgfrøðingar hava ymiskar fatanir av, um heimild var fyri tænastuboðunum, og at landsstýrisfólk hava evsta vald og evstu ábyrgd á teimum málsøkjum, sum løgmaður letur teimum at sita fyri.
– Tá er tað landsstýrisfólkið, ið ger av, hvørjum løgfrøðiligum ráðum hann velur at fylgja, skrivar løgmaður í svarinum.
Hann leggur afturat, at tað í høvuðsheitum er landsstýrisfólkið sjálvt, sum ger av, um tað fylgir síni egnu fyrisiting. Er ósemja um løgfrøðina, kann landsstýrisfólkið biðja um fleiri metingar ella eina uttanhýsis løgfrøðiliga meting.
Í síðsta enda er tað dómsvaldið, sum tekur støðu til, hvat er rætt, skrivar løgmaður.
Fer ikki at kanna avgerðirnar hjá Jacobi
Liljan Weihe spurdi eisini, hvørji ítøkilig stig løgmaður hevur tikið ella ætlar at taka sambært eftirlitsskylduni í § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini fyri at fáa greiðu á heimildarspurninginum.
Heldur ikki her ætlar løgmaður at leggja uppí.
Hann vísir á, at løgmanseftirlitið við landsstýrisfólki er av yvirskipaðum slag. Skal løgmaður seta tiltøk í verk eftir § 33, stk. 3, skal talan vera um, at landsstýrisfólkið sjálvt hevur framt eitt eyðsýnt lógarbrot.
– Tað er ikki talan um í ítøkiliga førinum, skrivar Beinir Johannesen.
Tvær mótstríðandi løgfrøðiligar niðurstøður
Løgmaður staðfestir, at tvær ymiskar løgfrøðiligar metingar nú liggja í málinum.
Fyrisitingin heldur, at landsstýrismaðurin ikki hevur heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboðini. Landsstýrismaðurin er ósamdur og hevur fingið eina uttanhýsis advokatmeting, sum sigur, at tænastuboðini eru heimilað. Hetta samsvarar eisini við tað, sum áður er komið fram alment um ósemjuna.
Løgmaður sigur seg vera kunnaðan um báðar metingarnar, men hann ætlar ikki sjálvur at gera eina løgfrøðiliga gjøgnumgongd av avgerðunum hjá landsstýrismanninum.
– Leggur løgmaður seg út í hesa meting, er hann í roynd og veru kærumyndugleiki fyri øllum avgerðum hjá landsstýrisfólkum, skrivar Beinir Johannesen.
Tað hevur sambært honum ongantíð verið ætlanin við eftirlitsásetingini í § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini.
Svarið frá løgmanni er dagfest 16. september. Fyrispurningurin frá Liljuni Weihe varð settur í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá Jacobi Vestergaard um, at hann framvegis metir seg hava heimild at geva tænastuboðini aftur, um tað verður neyðugt.