info
Ongi úrslit

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

Frá næsta ári verður tað 1.000 krónur dýrari um árið hjá íbúgvum í miðbýnum í Havn at hava parkeringsloyvi. Býráðið hevur samtykt at hækka gjaldið úr 780 krónum upp í 1.780 krónur.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 06:55

Tað verður munandi dýrari hjá fólki, sum búgva í parkeringsøkinum í miðbýnum í Havn, at hava parkeringsloyvi.

Tórshavnar býráð samtykti á fundinum hóskvøldið at hækka árliga gjaldið fyri parkeringsloyvi úr 780 krónum upp í 1.780 krónur.

Talan er sostatt um eina hækking upp á 1.000 krónur um árið – ella góð 128 prosent.

Í dag kostar eitt parkeringsloyvi 780 krónur um árið, svarandi til 65 krónur um mánaðin. Við nýggja gjaldinum verður kostnaðurin góðar 148 krónur um mánaðin.

Parkeringsloyvini eru ætlað privatpersónum, sum búgva innan parkeringsøkið í miðbýnum og hvørki hava møguleika at parkera á egnum bústaði ella at gera sær egið parkeringspláss. Bert eitt parkeringsloyvi kann verða latið fyri hvønn bústað.

Sambært kommununi eru 174 slík parkeringsloyvi virkin í dag.

Hækkingin er partur av málinum um gjøld fyri íbindingar og tænastur hjá Tórshavnar kommunu.

Á býráðsfundinum varð uppskotið samtykt við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti.

Nýggja gjaldið verður galdandi frá 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

10 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

8 tímar síðan

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

1 tími síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

6 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

8 tímar síðan
Tíðindi

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

8 tímar síðan
Tíðindi

Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá

8 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan á rættari kós

9 tímar síðan
Tíðindi

Bergtøkan í ørandi myrka sjónum

9 tímar síðan
Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

10 tímar síðan
Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

10 tímar síðan