Tá Oyggjaleikirnir verða í Føroyum 3.–9. juli næsta ár, verður eitt stórt lið úr Hetlandi millum luttakararnar.
Hetlendingar hava tí kannað, um tað kundi borið til hjá Norrønu at lagt at í Hetlandi og tikið ítróttarfólkini við beinleiðis til Føroya.
Men tað verður av ongum.
– Í løtuni hevur Smyril Line ongar ætlanir um at broyta ferðaætlanina hjá Norrønu í sambandi við Oyggjaleikirnar í 2027, heldur ikki við einum steðgi í Hetlandi, sigur ein talsmaður fyri Smyril Line við Shetland News.
Norrøna siglir í dag millum Føroyar, Ísland og Danmark og fer javnan tætt fram við Hetlandi. Men oyggjarnar hava ikki verið partur av føstu ferðaætlanini hjá Smyril Line síðan 2007.
Tað er annars eitt serligt samband millum Hetland og Norrønu.
Í 2002 setti Shetland Development Trust meira enn fýra milliónir pund í nýggju Norrønu. Tá gav skipið hetlendingum beinleiðis ferðasamband við Skandinavia, millum annað Bergen í Noregi.
Fimm ár seinni varð Hetland tó tikið úr ferðaætlanini.
Ferðaætlanin passar illa
Sjálvt um Smyril Line hevði valt at lagt at í Hetlandi, hevði núverandi ferðaætlanin ikki hóskað serliga væl til Oyggjaleikirnar.
Norrøna fer úr Íslandi 1. juli og heldur síðani leiðina til Danmarkar, har hon kemur 3. juli – sama dag sum Oyggjaleikirnir byrja í Føroyum.
Úr Danmark fer Norrøna til Føroya og kemur á Havnina 4. juli.
Seinasta vanliga fráferðin til Føroya undan Oyggjaleikunum er 29. juni.
Shetland News skrivar, at Team Shetland tí helst noyðist til skotska meginlandið, væntandi Edinburgh, og haðani við flogfari til Føroya.
Oyggjaleikirnir í Føroyum verða 3.–9. juli 2027.