Hóskvøldið var U21 steypafinalan leikt á Tórsvølli millum AB og Skála ÍF.
Tá 18 minuttir vóru leiktir av dystinum hevði Heðin Olsen skotið tvey mál fyri AB, og vóru argjamenn veruliga á sigurskós.
Men Skála ÍF vendi øllum á høvdið. Beint undan steðginum minkaði Sebastian Larsen um munin til 2-1, og so var spenningur aftur í uppgerðini.
Við tveimum málum skotin í seinna hálvleiki syrgdi Elias Justinus Begerau fyri, at Skála ÍF bæði javnaði til 2-2, og legði seg á odda 3-2. Eitt flott comeback av skálamonnum, ið saman við sínum fjepparum kundu stórfegnast um U21 steypasigurin.
Kelda: FaroeSoccer