info
Ongi úrslit

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

Í dag undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, samstarvsavtalu um at seta ein integratiónssamskipara í hálva tíð fyrst í komandi ári.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 16:34

Sambært Løgtingslóg nr. 146 frá 20. desember 2024 um integratión (Integratiónslógin), skulu allar kommunur hava integratiónssamskipara. Lógin letur somuleiðis upp fyri, at kommunur kunnu velja at samstarva um uppgávuna.

Hendan samstarvsavtalan millum Nes og Sjóvar kommunu er einmælt samtykt av bý- og bygdaráðunum í vetur og verður gjørd við lógarheimild í omanfyrinevndu lóggávu.

Síðan integratiónslógin kom í gildi, hava Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunustjóri í Nes kommunu og Bárður Danielsen, trivnaðarfólk í Sjóvar kommunu, røkt størvini.

Endamálið við samstarvinum er:

-          at fremja integratión millum tilflytarar í kommununum báðum, at stuðla tilflytarum í at gerast partur av tí        føroyska samfelagnum

-          at stuðla tilflytarum at læra føroyskt og at skilja føroyska mentan

-          at byggja brýr millum tilflytarar og føroyingar

-          at tryggja lógarfestu rættindini til allar borgarar í kommununum uttan mun til uppruna

Starvsstaðurin hjá integratiónssamskiparanum verður á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu við tilvísing til kommunustjóran.

Integratiónssamskiparin skal eftir tørvi samstarva við umboð frá umsitingini hjá Sjóvar kommunu, og lagt verður upp til at hava skrivstovudagar á kommunuskrivstovuni í Sjóvar kommunu fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar hjá øllum borgarum í samstarvinum.

Samstarvið verður fíggjað av kommununum og verður býtt lutfalsliga eftir fólkatalinum í ávísu kommununum.  

Samstarvsavtalan kemur í gildi á nýggjárinum, og í næstum verður starvið sum integratiónssamskipari lýst leyst.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

2 minuttir síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

55 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

1 tími síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

3 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan