info
Ongi úrslit

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

Raðfestingarnar kunnu lýsast sum trivnaður, bústaðarmøguleikar, eldrabústaðir og karmar til ítrótt, mentan og felagsskap.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 17:29

Skattaprosentið verður óbroytt 20,95% og barnafrádrátturin verður 7.500 kr.

Vága kommuna boðar í tíðindaskriv frá, at inntøkurnar fyri 2027 eru mettar til 142,5 mió. kr. og raksturin er mettur til 120,3 mió. kr., ið gevur gevur kommununi eitt rakstraravlop á 22,2 mió.kr.

Býráðið hevur raðfest 4,4 mió.kr. í rakstri. Serliga er tað nýggja matarskipanin til dagstovnar og skúla, ið tryggjar børnunum góðan og heilsugóðan mat í gerandisdegnum. Harumframt er peningur settur av til Oyggjaleikirnar og at styrkja mentanarlívið í kommununi.

Á fíggjarætlanini eru 38,8 mió.kr. settar av til løgur.

Frítíðar- og mentanarlívið stendur í fullum blóma. Stórur tørvur er á at bøta um verandi karmar, samstundis sum tørvur er at víðka um tilboð í kommununi. Samtykt er at fara undir at fyrireika nýggja Marghøll á Giljanesi, við góðum stuðli frá Den A.P. Møllerske Støttefond og FSF, umframt at fyrireikandi arbeiðið at leingja verandi ítróttarhøll. Skjøtul er settur á at fyrireika nýggja bókasavnið á Giljanesi.

Ynski at seta búgv í Vága kommunu er áhaldandi og støðugt samstundis sum arbeitt verður við fjølbroyttum bústøðum og tað sæst greitt aftur í raðfestingum til útstykkingar og eldrabústaðir saman við trivnaðarøkjum, lendisgøtum og gongubrúgv um Lambá.

Áhaldandi arbeiðið við spillvatnskipanini heldur fram, samstundis sum vil leggja um til grøna orku. Fyrireikandi arbeiðið til víðkan av kirkjugarðinum í Miðvági er sett á skrá saman við atkomuviðurskiftum til kirkjuna í Sandavági og heimið á Sýnini.

Bátahylurin í Miðvági er ávegis og skal gerast liðugur komandi ár, umframt at umstøðurnar hjá vinnuni á havnalagnum verða bøttar munandi.

Stór tøk verða tikin, men Vága kommuna er væl fyri fíggjarliga. Fíggjarætlanin leggur upp til, at nettoskuldin hækkar 21 mió.kr. upp í mesta lagið 85 mió.kr. svarandi til 0,56 álíkningar.

Í síni heild er fíggjarætlanin fyri 2027 í javnvág millum ábyrgd og framskygni. Vit varðveita skattastøðið, vit raðfesta borgaran – bæði tað unga-, tað vaksna- og tað eldra ættarliðið, og vit gera løgur, sum stimbra trivnað, felagsskap og vøkstur. Fíggjarætlanin er løgd við visjónini fyri eygað: at Vága kommuna skal vera ein framfúsin og fevnandi kommuna, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

1 tími síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

1 tími síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

1 tími síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

3 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

4 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan