Í friðaða náttúruøkinum Simar í Malta er saltinnihaldið í vatninum vaksið. Tað hóttir lívsøkini við feskum vatni og blandingsvatni. Simar er eitt av trimum vátlendum, sum granskarar fara at kanna í felags verkætlanini WET_ADAPT.
Hini bæði økini eru Saline di Priolo á Sisilia og vatnið Lago di Venere á italsku oynni Pantelleria, sum liggur millum Sisilia og Tunesia. Granskararnir fara at fylgja við vatnstøðu og saltinnihaldi og brúka mátingarnar til at finna fram til, hvussu lívskorini hjá plantum og dýrum kunnu betrast.
Evropiska rúmdarskráin Copernicus vísir 26. november fylgisveinamyndir av øllum trimum økjunum. Myndir frá Sentinel-2 kunnu brúkast til at fylgja við plantuvøkstri og síggja, hvussu vátlendini broytast við tíðini.
BirdLife Malta stendur á odda fyri verkætlanini, sum varð alment sett í gongd 12. november og heldur fram til februar 2029. ES fíggjar ein part av verkætlanini umvegis samstarvsskránna Interreg Italia–Malta.