info
Ongi úrslit

Niels Áki vann gull við NJM í vektlyfting

Niels Áki Mørk lyfti seg í dag til einki minni enn eitt gullheiðursmerki. Hann er samstundis tann fyrsti føroyski juniorlyftarin at luttaka í norðurlendskari meistarastevnu við Merkinum á bringuni.

Eirikur Lindenskov
13. november 2022 kl. 23:03

Sum tann einasti luttakarin í sínum vektflokki -67 kilo, ið hevði klárað úttøkuvektina, lyfti Niels Áki 95 kilo í trekk og 110 kilo í stoyt. Íalt 205 kilo.

Áður hevur hann í kapping knógvað 101 kilo í trekk og 112 kilo í stoyt, men ein lítil skaði hevur darvað venjingunum. Til venjing hava lyftini verið 1 kilo meira í hvørjari grein, tvs 102 og 113 kilo.

Í Føroyum hevur Niels Áki føroyskt met í vektflokkinum -61 kilo, har ið hann í mars í fjør lyfti íalt 182 kilo. Í -67 kilo vektflokkinum setti hann fyrr í ár met við 206 kilo íalt.

Við sínum unga aldri og lágu kropsvekt hevur Niels Áki nógvar møguleikar fyri framman. Árini at íðka og menna seg eru mong, eins og hann við tíðini eisini kann flyta seg longur upp í hægri vektflokkar.

Myndin er ikki tøk

Niels Áki er nú búsitandi í Danmark og lyftir fyri Atlas í Slagelse á Sælandi, har ið Frank Petersen, ið tekur sær av fremstu føroysku vektlyftarunum, er venjari.

Fyrr í ár lyfti Maibrit Reynheim Petersen sum fyrsti føroyingur í altjóða kapping við NM í Finnlandi. Har setti hon í upp til 71 kilo vektflokkinum føroyskt met í stoyt við 81 kilo og íalt við 181 kilo.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

8 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

26 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

1 tími síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

3 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

4 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

5 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

5 tímar síðan