Leygardagin hin 28. og sunnudagin hin 29. november fer Jamilla Collins at hava listaframsýning.
Framsýningin verður í hølunum hjá Café Bella á Heygsstøð á Strondum.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at framsýningin verður opin leygardag frá klokkan 13 til 17 og sunnudag frá klokkan 14 til 17.
Her verður ókeypis drekkamunnur at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.