Oktober í ár var bæði lýggjur og óstøðugur. Miðalhitin var 9,1 stig, sum er 1,1 stig meira enn miðalhitin seinastu 30 árini.
Tað skrivar Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, í einari nýggjari uppgerð av veðrinum í oktober.
Tað regnaði í 26 av teimum 31 døgunum í mánaðinum. Tilsamans komu 131 millimetrar av avfalli, sum tó er eitt sindur minni enn miðaltalið fyri oktober, ið er 139 millimetrar.
Harðasta hvirlan 58,4 metrar um sekundið
Veðrið var serliga illfýsið mikudagin 14. oktober, tá stormur og nógv regn gjørdu skaða kring landið.
Á Norðadalsskarði varð harðasta hvirlan máld til 58,4 metrar um sekundið.
Veðurstovan vísir á, at djúp lágtrýst ferðaðust fram við Føroyum stóran part av mánaðinum. Millum lágtrýstini vóru tó eisini løtur við góðum veðri.
Hægsti hitin í oktober var 14,4 stig, meðan lægsti hitin var 2,8 stig. Eingin dagur var við frosti.
Veðurstova Føroya hevur gjørt eina gjølliga uppgerð við myndum, veðurkortum og grafum, sum vísa gongdina í hita, vindi og avfalli allan oktober.
Les alla uppgerðina hjá Veðurstovu Føroya her.