Endamálið er at broyta fleiri matriklar úr landbúnaðarøki til neystaøki.
Talan er um matriklarnar 5c, 12a, 18 og 21, umframt part av matrikli 24a.
Býráðið samtykti uppskotið á fundi 26. oktober, og kommunan kunngjørdi broytingina 4. november.
Uppskotið liggur nú frammi til alment eftirlit. Borgarar og aðrir áhugaðir partar kunnu senda broytingaruppskot ella mótmæli til býráðið í seinasta lagi 16. desember.
Tað upplýsir Sunda kommuna.