Avgerðin varð tikin á bygdarráðsfundi mikukvøldið.
Kommunan fer nú undir at eyðmerkja tey býli, sum kunnu verða fevnd av gjaldinum. Talan kann vera um bæði sethús og neyst við íbúð.
Enn hevur bygdarráðið ikki tikið støðu til, hvussu stórt gjaldið verður.
Hámarkið fyri tænastugjald á tóm býli í 2027 verður 8.426 krónur um árið.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, segði við in.fo í oktober, at sambært einari fyribils uppgerð stóðu umleið 50 av teimum knappiliga 800 húsunum í Vestmanna tóm.
Lógin um tænastugjøld gevur kommununum heimild til at krevja gjald fyri útreiðslur til millum annað vatnveiting, kloakk, burturkast og brunatilbúgving.