Soleiðis spyrja tey í Vestmanna kommunu í dag, har tey søkja eftir varaleiðara til ítróttardagstovnaøkið at arbeiða 30-35 tímar um vikuna.
Talan er um eitt fast starv, og ynskið hjá kommununi er, at starvstíðin byrjar hin 1. november í ár - ella skjótast gjørligt eftir tað.
- Í hjartanum av vakra Vestmanna arbeiða vit hvønn dag fyri at skapa ein gerandisdag, har rørsla, spæl, trivnaður og menning ganga hond í hond.
Víst verður á, at stovnsøkið hjá kommununi telur fýra deildir, Gjáarlon, Látipípuna, Kongskjallaran og Staðið, har 155 børn í aldrinum eitt til 10 ár hava sína dagligu gongd.
Tey leita eftir einum ágrýtnum og nærverandi varaleiðara.
- Einum persóni, sum brennur fyri at arbeiða við børnum, dugir væl at samstarva og hevur hug at seta síni fingramerki á menningina av einum serstøkum námsfrøðiligum umhvørvi.
Á stovninum verður stórur dentur lagdur á námsfrøðiligan ítrótt, rørslugleði, spæl og læru.
Meira um starvið, sum nú er lýst leyst, kann lesast á heimasíðuni - www.vestmanna.fo