info
Ongi úrslit

Setrið skaffað 2 milliónir til nýggja heilsuútbúgving

Heilsumálaráðið hevur eftirlýst eina APN-masterútbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar, sum kann effektivisera heilsuverkið. Setrið hevur skaffað uttanhýsis fígging til at laða grundina, og nú væntar bara rakstrarjáttan á fíggjarlógini

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 15:56

Fóðskaparsetrið:

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið játtað tvær milliónir krónur frá NOVO Nordisk Grunninum til at menna grundarlagið undir einari masterútbúgving í Advanced Practice Nursing í Føroyum.

Tað eru tær báðar, May-Britt Skoradal, varadekanur á DHS, og Tordis Tróndarson, ph.d.-lesandi, hvørs verkætlan kallast APN-FO, sum hava fingið hetta hálið til høldar frá grunninum.

Harvið er enn eitt týðandi stig tikið til at fáa sett nýggju útbúgvingina í verk, sum Heilsumálaráðið hevur eftirlýst.

Ein Advanced Practice Nurse er ein sjúkrarøktarfrøðingur við framkomnum kliniskum førleikum, sum kann arbeiða sjálvstøðugt við kompleksum sjúklingum. Tað kann millum annað fevna um kliniska støðutakan, heilivágsmeting, samskipan av sjúklingagongdum og ávísing til víðari kanningar og viðgerð.

APN-sjúkrarøktarfrøðingar kunnu tí vera við til at effektivisera heilsuverkið, tí tey útbúnu kunnu átaka sær fleiri uppgávur, sum annars krevja lækna. Hetta kann stytta um bíðitíðir, lætta um arbeiðstrýstið hjá læknum og tryggja, at tíðin hjá fakfólki í heilsuverkinum verður gagnnýtt betur.

Nýggja fíggingin skal nýtast til at menna nýskapandi undirvísingarhættir og læruumhvørvi. Millum annað verður undirvísingartilfar ment í telemedisini og kliniskari simulatión og telemedisini, so komandi APN-lesandi fáa realistiskar venjingarmøguleikar og verða fyrireikað til at handfara torgreiddar kliniskar støður.

Ein onnur berandi súla undir nýggju útbúgvingini er APN-FO-verkætlanin hjá Tordis Tróndarson, ið Granskingarráðið, Arbeiðsmarknaðargrunnurin, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Betri hava veitt fígging til. 

Sostatt er nógv av grundarlagnum undir ætlaðu útbúgvingini longu fíggjað uttanhýsis – millum annað granskingargrundarlag, námsskipan, undirvísingarhættir og simulatión.

Næsta stig krevur rakstrarfígging
Fíggingin, sum higartil er fingin til vega, kann tó ikki rinda fyri raksturin av sjálvari masterútbúgvingini. 

Skal Setrið kunna bjóða útbúgvingina út og taka ímóti lesandi, er neyðugt við fastari rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Í løtuni verður seinasta hond løgd á fíggjarlógaruppskotið, sum skal leggjast fyri løgtingið 1. oktober. 

Fleiri kliniskir førleikar til heilsuverkið
Nýggja APN-útbúgvingin er serliga ætlað til at menna kommunalu og primeru heilsutænasturnar, men førleikarnir kunnu eisini nýtast á sjúkrahúsunum.

APN kann sostatt gerast ein týðandi liður í at effektivisera føroyska heilsuverkið. Við fleiri heilsustarvsfólkum við framkomnum kliniskum førleikum kunnu fleiri torgreiddar uppgávur handfarast nærri sjúklinginum, samstundis sum aðrir fakbólkar í heilsuverkinum kunnu brúka sínar førleikar har, sum mest tørvur er á teimum.

Tørvurin á slíkum loysnum er vaksandi. Fleiri gerast eldri og liva við kroniskum og samansettum sjúkum, fleiri uppgávur verða loystar í primeru heilsutænastunum og heima, og samstundis er trot á heilsustarvsfólki. Hetta eru avbjóðingar, sum mong onnur lond eisini hava, og APN er ment og sett í verk í fleiri grannalondum og aðrastaðni sum eitt svar upp á hesa gongdina.

Við nýggju fíggingini frá Novo Nordisk Grunninum er slóð ruddað fyri, at týðandi partur av fakliga og námsfrøðiliga grundarlagnum kemur upp á pláss. Tað, sum nú vantar í fyri at gera ætlanina til veruleika, er almenna fíggingin til raksturin.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

20 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norrøna Felagið fyllir 75 ár

18 minuttir síðan
Myndasøvn

Vinnudagurin 2026

51 minuttir síðan
Tíðindi

Vegastongsul í miðbýnum vegna vegarbeiði

56 minuttir síðan
Tíðindi

Leita eftir heimsins besta varaleiðara

1 tími síðan
Tíðindi

Óvanliga nógv kavi í Andesfjøllunum í Kili

1 tími síðan
Tíðindi

Ress spa er ársins vinnuátak

2 tímar síðan
Tíðindi

Warren Buffett gevst sum nevndarformaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

3 tímar síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

4 tímar síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

4 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

4 tímar síðan