- Vegna umfatandi vegarbeiði verður ein partur av Sjógøtu og Hotelbrekkuni stongdur fyri ferðslu frá mánadegnum 21. september klokkan 09, og arbeiðið fer væntandi at taka einar 6-8 vikur.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
- Arbeiðið verður gjørt fyri at gera neyðugar umvælingar á Hotelbrekkuna, men eisini fyri at bøta um ferðslutrygdina á krossvegnum, Doktaragøta/Sjógøta - bæði fyri bilførarar og fólk til gongu.
Sagt verður, at meðan arbeiðið fer fram, verður ferðslan í økinum ávirkað, og neyðugt verður at koyra aðrar leiðir.
- Bilar, sum skulu úteftir, verða vístir til antin at koyra oman á havnarlagið eftir Doktaragøtu ella eftir Sornhúsvegi. Bilar, sum skulu vestureftir, verða vístir til at koyra eftir havnarlagnum ella eftir Ovara vegi.
Atgongd til vinnuvirksemi í økinum verður ikki ávirkað.
- Heitt verður á øll ferðandi um at vísa varsemi og fylgja skeltingini í økinum, meðan arbeiðið fer fram. Eisini verður heitt á bilførarar um at vísa serligt fyrilit fyri fólki til gongu í og kring arbeiðsøkið.
Soleiðis ljóðara áheitanin frá teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu.