Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu seg ikki við víðari til millumumfarið í Champions League.
Í seinasta dystinum í innleiðandi bólki E hevði Skanderborg-Aarhus vitjan av stórliðnum, Barcelona. Heimaliðið gav katalanarunum góða mótstøðu, men tað endaði við 30-27 sigri til Barcelona, ið var á odda 15-14 í steðginum.
Jóhan var effektivur í kvøld. Hann skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.
Samstundis vann Dinamo Bukarest 36-26 (16-16) á Montpellier niðri í Fraklandi. Dinamo Bukarest og Skanderborg-Aarhus endaðu bæði á fimm stigum, men rumenska liðið hevur betri málmun.
Barcelona vann bólkin við 12 stigum. Montpellier endaði aftast í bólkinum við tveimum stigum.