Hóskvøldið tapti liðið hjá Óla Mittún, GOG í Svendborg Arena 35-37 fyri Sporting Lissabon, ið var á odda 16-11 í steðginum. talan var um bólkafinaluna í innleiðandi bólki D í Champions League.
Óli skoraði 11 mál upp á 14 málroyndir, og hann var saman við Manuel Zehnder toppskjútti hjá GOG. Óli legði eisini upp til fýra mál.
Sporting Lissabon vann bólk D við 11 stigum. GOG hevur sjey stig á øðrum plássinum, og Szeged hevur seks stig á triðja plássinum. Kristianstad endaði aftast við ongum stigi.