info
Ongi úrslit

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

Agatha Kjærbæk og Joan R. Johannesen avrikaðu eisini væl fyri KA/Þór í kvøld

Heri Á. Simonsen
30. oktober 2026 kl. 22:35

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

Inga Maria Roysdóttir (myndin) stóð fyri einum ótrúligum avriki, tá lið hennara, Stjarnan á heimavølli tapti 25-34 (11-16) fyri verandi meistarunum, Vali.

Inga Maria skoraði meir enn helvtina av málunum hjá Stjörnuni. Inga Maria skoraði 13 mál upp á 18 málroyndir. Hon setti átta av átta brotskøstum í netið. Harumframt legði hon upp til sjey mál, og so vann hon eisini liðnum trý brotskøst. Inga Maria var sjálvsagt vald at vera besti leikarin á vøllinum.

Stjarnan er aftast í deildini við tveimum stigum fyri sjey dystir.

Joan R. Johannesen, Agatha Kjærbæk og liðfelagarnir í KA/Þór vunnu á útivølli í Kópavogi 27-24 á HK. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

Joan og Agatha vóru effektivar í kvøld. Tær skoraðu báðar fýra mál upp á fýra málroyndir, og báðar løgdu upp til eitt mál.

KA/Þór er nummar átta í deildini við fýra stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

26 minuttir síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

1 tími síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

1 tími síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen: Hvør er mín rødd?

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland um­hugs­ar sína lut­tøku í norð­ur­lendska sam­starvi­num

5 tímar síðan
Tíðindi

Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga

6 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton

6 tímar síðan
Tíðindi

Tey rokast í Skúgvi í dag

7 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri túrar á Sundaleiðini

7 tímar síðan
Tíðindi

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

7 tímar síðan
Tíðindi

Útgávutiltak: Nivinaja og Friðleys

8 tímar síðan