Danmark arbeiðir fyri at leingja kríggið í Ukraina heldur enn at finna eina politiska og diplomatiska loysn.
Tað heldur russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, sum í samrøðu við russisku ríkistíðindastovuna Tass finst at danska stuðlinum til Ukraina, skrivar Ritzau.
Hann vísir millum annað á danskar ætlanir um at keypa amerikanskar Patriot-rakettir til Ukraina.
– Hetta er enn eitt tekin um, at Danmark ikki leggur dent á eina politiska og diplomatiska loysn á stríðnum, men á at fíggja framhaldandi bardagar, sigur Vladimir Barbin.
Russland fór undir fulla innrás í Ukraina í februar 2022. Síðani hevur Danmark stuðlað Ukraina við hernaðarútgerð og venjing av hermonnum fyri milliardir av krónum.
Barbin nevnir millum annað donsku F-16-stríðsflogførini og fíggingina av vápnaframleiðslu í Ukraina. Hann lýsir Danmark sum eina framleiðslustøð hjá ukrainska herinum.
– Uppíleggingin hjá Keypmannahavn í stríðið er ovurstór, sigur hann við Tass.
Vísir aftur ávaringum um sabotasju
Russiski sendiharrin leggur eisini donsku stjórnina undir at brúka óttan fyri Russlandi til at savna fólkið aftan fyri sín politikk.
Hann kallar skuldsetingar um russiskt hybridkríggj og fyrireikingar til sabotasju grundarleysar og heldur, at tær verða brúktar til at ávirka almennu hugsanina.
Danskir myndugleikar hava eina aðra meting.
Danska trygdarløgreglan, PET, hevur staðfest ítøkiliga russiska ráðlegging og fyrireiking av sabotasju móti Danmark. Samstundis varð hóttanarstigið fyri oyðileggjandi netálop hækkað úr miðal upp í høgt, skrivar Ritzau.
Hevur áður ávarað Danmark
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Vladimir Barbin finst at danska stuðlinum til Ukraina.
Í september segði hann við Ritzau, at tað er ein trygdarvandi fyri Danmark og danir, tá danskt øki verður brúkt sum framleiðslu- og veitingarstøð hjá ukrainska herinum.
Útsøgnin kom eftir eina ávaring frá PET um russiskar sabotasjufyrireikingar móti donsku verjuvinnuni.
Sama mánað vóru sendiharrin og danskir myndugleikar eisini ósamdir um eina hending á altjóða sjógvi við Gedser. Ein russisk fregatt skeyt tvey neyðbluss móti einari danskari Fennec-tyrlu uttan fyrst at boða frá umvegis radio.
Sambært donsku verjuni fór annað blussið umleið 10–15 metrar fram við tyrluni, sum tók myndir av fregattini.
Barbin lýsti atburðin hjá tyrluni sum provokerandi. Tað vísti danska verjan aftur og segði, at talan var um eina vanliga uppgávu.
Eftir hendingina framskundaði og økti Danmark ein stuðulspakka til Ukraina upp í tilsamans 1,8 milliardir krónur.
Kelda: Ritzau.