info
Ongi úrslit
Í fongslinum, har hon skuldi avrættast, verður upplýst, at Christa Pike yvirlivdi avrættingarroyndina. Tíðindafólk, sum fylgdu ætlaðu avrættingini, siga, at tey hoyrdu kvinnuna snorka hart

Skuldi avrættast - men doyði ikki

Ein deyðadømd kvinna yvirlivdi eina ætlaða avrætting í USA. Hon fekk tvær skamtanir av pentobarbital, men yvirlivdi, siga advokatar, sum nú krevja, at kvinnan fær lívbjargandi fyrstuhjálp

Vilmund Jacobsen
1. oktober 2026 kl. 11:27

Christa Pike varð í 1996 dømd til deyða fyri dráp av einum floksfelaga, og í gjár skuldi hon avrættast. Men, hetta gekk ikki, sum myndugleikarnir ætlaðu.

Eftir miseydnaðu royndina at taka hana av døgum, hevur guvernørurin í Tennessee, Bill Lee, gjørt av, at tað verða ikki fleiri avrættingar í Tennessee restina av hesum árinum.

Tað AP-tíðindastovan at siga. Ritzau endurgevur tíðindini, og tað gera fleiri aðrir miðlar kring um heimin eisini. Søgan er, at tað miseydnaðist myndugleikunum í Tennessee at fremja deyðadómin í verki.

- At fremja ein lógligan dóm í verki er millum álvarsligastu uppgávurnar hjá okkum, og fólkið í Tennessee væntar, at hetta verður gjørt á ein hátt, sum ikki bara er lógligur, men eisini effektivur, sigur guvernørurin.

Bill Lee hevur eisini givið boð um, at ein óheft og umfatandi kanning skal gerast av hendingini. Sagt verður, at bert ein onnur avrætting var á skrá í Tennessee restina av hesum árinum, men hon verður so útsett fyribils.

- Christa Pike var frysta kvinnan, sum stóð til at verða tikin av døgum í Tennessee í meira enn 200 ár. Frammanundan var ætlaða avrættingin av henni útsett fleiri ferðir, eftir at ein kærudómstólur hevði biðið um útseting.

Men, seinni hevur hægstirættur gjørt av, at avrættingin kundi fremjast í einum fongsli í býnum, Nashville, mikukvøldið, lokala tíð.

Men, her gekk okkurt galið, tá avrættingin skuldi fremjast, og 50 ára gamla, Christa Pike, var á lívi og snorkaði, eftir at hon hevði fingið tvær skamtanir av eiturevninum, pentobarbital.

Hetta upplýstu advokatar hennara sambært rættarskjølum seint í gjárkvøldið.

- Kvinnan varð tiskil heintað av sjúkrabili og fær viðgerð á sjúkrahúsi, leggja advokatarnir aftrat.

Í fongslinum, har hin 50 ára gamla skuldi avrættast, verður eisini upplýst, at Christa Pike yvirlivdi avrættingarroyndina. Lagt verður aftrat, at tíðindafólk, sum fylgdu ætlaðu avrættingini, siga, at tey hoyrdu kvinnuna snorka hart.

Ógreitt er, hvør støðan er hjá kvinnuni, upplýsir AP.

Sambært útlendskum miðlum siga reglurnar fyri avrætting, at um viðkomandi ikki er deyður eftir fyrstu skamtanina við eituri, skal ein skamtan gevast aftrat. Men, reglurnar siga einki um, hvat skal henda, um viðkomandi tá framvegis er á lívi.

- Christa Pike varð í 1996 dømd til deyða fyri at hava dripið ein floksfelaga, veit Ritzau at siga, sum eisini skrivar um óhugnaligu hendingina í USA.

Myndin her niðanfyri er av tá 18 ára gomlu, Christu Pike, sum grætur, eftir at hon hevur fingið deyðadómin kunngjørdan hin 30. mars í 1998. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

17 minuttir síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

25 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

54 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

1 tími síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

3 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

4 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

4 tímar síðan