Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby kunnu iðra seg aftaná útidystin móti georgiska liðnum, Iberia 1999 í deildarspælinum í Conference League.
Áki var á vøllinum í 84 minutti, tá Mjällby leikti javnt 1-1 móti Iberia.
Iberia legði seg á odda við einum brotssparki í 55. minutti. Mjällby hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin, men ikki fyrrenn í 89. fekk Tom Pettersson bjargað Mjällby eitt stig, og teir sluppu undan einum sera keðiligum tapi.
Mjällby hevur fýra stig fyri tveir dystir í deildarspælinum.
Áki fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,0 frá bæði Sofascore og Flashscore (av 10 møguligum).
Tíverri var eingin spælitíð til Martin Agnarsson í kvøld.
Sunnudagin klokkan 15.30 vitjar triðfremsta liðið í Allsvenskuni, Hammarby Strandvallen í Hällevik, har føroyingaliðið má fáa stig fyri at sleppa undan at koma ov nær niðurflytingarstrikuni.