info
Ongi úrslit

Smáu útróðrarbátarnir skulu framvegis hava fiskidagar

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, ætlar ikki at taka smáu útróðrarbátarnar úr fiskidagaskipanini.

Eirikur Lindenskov
9. juli 2026 kl. 10:15

Tað svarar hann Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni, sum í einum § 52a-fyrispurningi hevur spurt, um ásetingarnar um fiskidagar fyri bólk 5 eiga at verða strikaðar.

Sámal Petur í Grund vísir á, at smáu útróðrarbátarnir longu eru nógv avmarkaðir av veðri og streymi og spyr, um tað er fakliga og vinnuliga rímiligt at leggja teir undir somu fiskidagaskipan sum størri skip. Hann spyr eisini, um nakrar kanningar eru gjørdar av avleiðingunum, um bátarnir vórðu tiknir úr skipanini.

Landsstýrismaðurin svarar, at útróður hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, men samstundis vísir hann á, at bólkur 5 í góðum fiskiárum stendur fyri einum stórum parti av samlaðu toskaveiðuni undir Føroyum.

– Fyri at tryggja eina skynsama og varandi gagnnýtslu av sjófeinginum og verju av ungfiskinum má umsitingin fevna um allar partar av fiskiflotanum, eisini bólk 5, skrivar Bárður á Steig Nielsen.

Sambært svarinum avreiddi bólkur 5 umleið 8.500 tons av toski í fiskiárinum 2002/2003, svarandi til 25 prosent av allari toskaveiðuni undir Føroyum. Í 2019 vóru avreiðingarnar 7.352 tons, ella 36 prosent av samlaðu toskaveiðuni, og í 2025 vóru tær 3.610 tons, svarandi til ein triðing av samlaðu avreiðingini av toski úr føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at bátarnir í bólki 5 sambært veiðiskrásetingum fáa meira smáfisk enn størri fiskifør, og at hetta er ein orsøk til, at fiskiskapurin eigur at verða stýrdur.

Samtíðis viðgongur hann, at ongar kanningar eru gjørdar av, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið fyri fiskastovnarnar og heildarveiðuna, um bólkur 5 varð tikin úr fiskidagaskipanini.

Hóast hann ikki ætlar at strika skipanina, upplýsir landsstýrismaðurin, at ein eftirmeting av fiskidagaskipanini fyri bólk 5 er í gongd. Endamálið er at finna eina skipan, sum betri tryggjar teimum, ið liva av útróðri, hóskandi tal av fiskidøgum, samstundis sum hon verjir smáfiskin og tryggjar burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum.

Nú fiskiskapurin hevur verið góður, boðar Bárður á Steig Nielsen eisini frá, at ætlanin er at lata bólki 5 fleiri fiskidagar longu í inniverandi ári.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

4 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

46 minuttir síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

1 tími síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

1 tími síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

1 tími síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 smurdi HB av

2 tímar síðan
Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

4 tímar síðan