Roknast kundi við einum jøvnum dysti, tá næstfremsta liðið í SMS-deildini vitjaði EB í høllini á Eiði, men so gjørdist ikki.
EB vann ein trivaligan 30-19 sigur á Neistanum. Í steðginum var EB á odda 16-9.
Maria Fisker Stokholm skoraði næstan helvtina av málunum hjá EB. Hon var í dag toppskjútti hjá EB við 14 málum. Fríða Jógvansdóttir á Dunga var við fýra málum toppskjútti hjá Neistanum.
Í KÍ-høllini vann Stjørnan 28-24 á Kyndli. Í steðginum var eisini fýra máls munur. Tá var støðan 15-11 til heimaliðið.
Tóra Eliasen var við níggju málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við níggju málum.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 34-14 á StÍF. Í steðginum var støðan 15-6.
Bára Holm í Innistovu, Rakul Borgarlíð Joensen og Durita C. Jojic vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá VÍF. Poula Dulavík Berg var við fimm málum toppskjútti hjá StÍF.
Tað er háspenningur í deildini. H71 er fremst við 12 stigum, og Neistin er næstfremst við 11 stigum. VÍF, EB og Stjørnan hava øll 10 stig hvør. StÍF hevur trý stig, meðan Kyndil er aftast við tveimum stigum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini:
-
©