Tað var full spælitíð til tríggjar føroyingar á Nord Energi Arena í Hjørring í dag.
Í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tóku Ari Olsen, Árni Nóa Atlason og liðfelagarnir í Vendsyssel FF móti Gunnari Vatnhamar og liðfeløgum hansara í Vejle.
Harald Tangen legði Vendsyssel á odda beint undan steðginum við einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum. Leingi sá út til, at Vendsyssel á triðaftasta plássinum fór at koppa favorittarnar, Vejle sum eru næstfremst. Men í yvirtíðini bjargaði Gunnar Vejle eitt stig, tá hann í einum nærdysti við Ara kastaði seg eftir bóltinum, og fekk beint hann í netið til 1-1. Talan er um fyrsta kappingarmálið hjá Gunnari fyri Vejle.
Gunnar er fyri leikliga avrikið besti leikarin á vøllinum hjá bæði Sofascore og Flashscore. Sofascore gevur Gunnari karakterin: 8,5 og frá Flashscore fær hann karakterin: 8,3 (av 10 møguligum).
Ari og Árni Nóa fáa fyri leikligu avrikini ávikavist: 6,9 og 6,4 frá Flashscore, og 7,2 og 6,5 frá Sofascore.
Vejle er næstfremst í deildini við 24 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri FC Fredericia og fimm stig aftanfyri oddaliðið, Hvidovre. Vendsyssel er triðaftast við 12 stigum.
Poul Kallsberg bleiv skiftur út aftaná steðgin, tá lið hansara, Hillerød á útivølli tapti 0-2 (0-1) fyri Aarhus Fremad.
Hillerød hevur eins og Vendsyssel 12 stig, men teir hava frægari málmun.