info
Ongi úrslit

Ternan kipti føroyameistaran SÍ

© Ternan
Eirikur Lindenskov
1. november 2026 kl. 14:15

Polestar-deildin:

Ternan – SÍ 3-2 (21-25, 26-28, 25-20, 30-28, 15-11)

Fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni eydnaðist Ternuni av Toftum av vinna ein dyst í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum, tá ið verandi føroyameistarin SÍ í gjár var sendur vestur aftur til Sørvágs við 3-2 tapi í skjáttuni. 

Tað var tó SÍ, sum legði betur fyri og vann tey fyrstu tvey settini, men Ternan kom afturíaftur og vann tey næstu trý og harvið dystin 3-2.

Uttan at taka nakað frá Ternuni yvirhøvur skal tó sigast, at SÍ bert hevði sjey leikarar á dómaraseðlinum, og fleiri av stuðulsleikarunum frá føroyameistaraliðnum seinasta kappingarár eru ikki við av ymsum orsøkum.

Fyrsta settið var leingi javnt, men eftir at Ternan fyrstu fer hevði lagt seg á odda við støðuna 14-13, tók SÍ dik á seg og spældi seg til fimm settbóltar við støðuna 24-19. Ternan yvirlivdi teir fyrstu tveir, áðrenn leikandi venjarin hjá SÍ, Jhonlenn Baretto, avgjørdi settið við smassji til 25-21.

SÍ vann eisini annað sett, eftir at Ternan annars hevði verið frammanfyri 16-11, og hevði havt settbólt við støðurnar 24-23 og 26-25, men við frekum lobbara frá Tóka í Haraldstovu á miðjuni, eydnaðist SÍ at vinna settið 28-26.

Tað sá eisini gott út hjá SÍ, tá ið liðið legði seg á odda 12-9 í triðja setti, men Ternan gav seg ikki og javnaði til 12-12 og fór síðan framum 15-13 og vann at enda settið 25-20.

SÍ hevði fyri tað mesta verið nakað frammanfyri, til tað gjørdist 16-16 í fjórða setti, har tað síðan gekk púra javnt á. Ternan spældi seg til fimm settbóltar og SÍ ein, men tað var tann hjá Ternuni, sum taldi, tá ið SÍ ikki fekk bilbugt við smassjinum frá Erich Perau, og so vann Ternan settið 28-26.

Ternan legði betur fyri í javnbrótaranum, men SÍ javnaði til 6-6 og fór eisini framum 9-8, áðrenn Ternan gjørdi eitt øgiligt hál og vann seks bóltar á rað og legði seg á odda 14-9, og mest sum tryggjaði sær sigurin. Hann kom lítla løtu seinni, eftir at SÍ hevði yvirlivað tveir dystarbóltar, men tá gjørdist servan ov long, og so vann Ternan 15-11 og dystin 3-2. Nógv ár eru síðan at kriini á Toftum hava ljómað so hvøll, sum í gjár.

Í dag spælir ÍF sín fyrsta dysti í kappingini, tá Fleyr tekur ímóti í Havn kl. 19.

Í Hotel Djurhuus-deildini eru tveir dystir á skránni í dag. Kl. 13 spæla Dráttur og Ternan á Giljanesi, og kl. 16 spæla KÍF og SÍ í Kollafirði.

Støðan í Polestar-deildini:

Lið

Dystir

Stig

Fleyr

2

6

Mjølnir

2

3

Ternan

2

2

SÍ

2

1

ÍF

0

0

Flogbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Keypmannahavn vann annan sigurin á rað

14 minuttir síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin: Danmark leingir kríggið

31 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

USA-avtala bjóð­ar valds­býtin­um í ríki­num av

55 minuttir síðan
Tíðindi

Kunnu Føroy­ar seta aldurs­mark á sosi­al­ar miðl­ar utt­an at bíða eft­ir ES?

1 tími síðan
Tíðindi

Mekongáin setur sín dám á havið

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vann EM-gull fyri tveimum árum síðan - er nú deyð av krabba

2 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin var stongdur í hálvan annan tíma

2 tímar síðan
Tíðindi

3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Danir keypa el­bilar – av­gjøld­ini hækka eis­ini í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Russisk oljureinsiverk rakt í ukrainskum álopi

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan