info
Ongi úrslit

Sebastian Slettegaard Petersen ger tvey ára sáttmála við B36

Sebastian Slettegaard Petersen kemur úr Skála ÍF

Mynd: B36
Heri Á. Simonsen
1. november 2026 kl. 17:15

Danski miðverjin, Sebastian Slettegaard Petersen sum var við til at bjarga Skála ÍF plássinum í Meistaradeildini skiftir Skála ÍF út við B36.

B36 skrivar á facebookvanga sínum:

- Sebastian Slettegaard Petersen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. Stinni danski miðverjin hevur seinastu mánaðirnar spælt fyri Skála, men flytur nú til Havnar.

- B36 er eitt søguríkt felag, og eg haldi, at ætlanirnar, sum felagið arbeiðir við, eru sera spennandi. Eg eri spentur at fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sigur hann.

Slettegaard er 21 ára gamal, og hann hevur fyrr eisini spælt á besta liðnum hjá FC Helsingør.

- Tá eg flutti til Føroya í summar var tað fyri at fáa fótbóltsgleðina aftur, og ætlanin var upprunaliga, at eg skuldi flyta aftur til Danmarkar eftir kappingarenda. Í Føroyum havi eg fingið bæði orku og íblástur, og eg havi merkt, hvussu góðir møguleikar eru at menna seg leikliga og persónliga í einari bestu deild sum tí føroysku. Tá tilboðið kom frá B36, so tók eg avgerðina eftir fáum tímum, sigur hann.

Slettegaard hevur hesa tíðina víst seg fram sum ein markantur verjuspælari, ið spælur við kraft og góðum hugburði.

- Støðið í føroyskum fótbólti er munandi betri enn tey flestu í Danmark geva sær far um. Í Føroyum havi eg lagt nógv afturat mínum spæli, umframt at eg havi ment míni leiðaraevni. Tað komst serliga av, at eg havi spælt undir einum øðrvísi trýsti enn eg havi verið vanur við heimanífrá, tí tað verður, sum rætt er, væntað nógv av útlendingum í føroyskum fótbólti. Skála vísti mær álit, har eg eisini fekk nýggjan íblástur, og tá eg samstundis trívist væl, so var tað ein løtt avgerð at halda fram í Føroyum, sigur hann.

Hjartaliga vælkomin í B36-húsið, Sebastian! Skrivar B36

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

10 tímar síðan

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

12 minuttir síðan
Ítróttur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

42 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: EB smurdi Neistan av - Stjørnan og VÍF vunnu eisini heimasigrar

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar bjargaði Vejle eitt stig móti liðnum hjá Ara og Árna Nóa

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Beinir Johannesen leggur krans við minnisvarðan í Viðarlundini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump vísir Grøn­land sum eina risa­stóra amerik­anska her­støð

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir eru ósigraðir í 12 dystum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Keypmannahavn vann annan sigurin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin: Danmark leingir kríggið

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

USA-avtala bjóð­ar valds­býtin­um í ríki­num av

3 tímar síðan
Tíðindi

Ternan kipti føroyameistaran SÍ

3 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu Føroy­ar seta aldurs­mark á sosi­al­ar miðl­ar utt­an at bíða eft­ir ES?

4 tímar síðan