info
Ongi úrslit

Stanley og Rudolf samrøða

info
Dagfinn Olsen
28. mars 2019 kl. 20:38
Eftir vælvitjaðu legendkvøldini við Sofus Hansen og Fríðbjørg Jensen í ávikavist januar og februar, verður hildið fram við triðju "legendu"  tann 3.apríl!
Hesaferð verður høvið at hoyra Stanley Samuelsen í samrøðu við Rudolf Joensen, og sjálvandi spælir Stanley egin løg, løg frá yngri árum saman við húsorkestrinum. Stanley er yngstur av 12 systkum. Hóast henda stóra barnaflokk, er hann vaksin upp sum einabarn. Tónleikurin í skúlanum var tann eini sangtímin um vikuna hjá Herluf Berthelsen. Sungið varð fyri tað mesta úr Føroya Fólks Songbók, og skuldi tað vísa seg, at henda innførsla í føroyska sangskattin kom væl við seinni.
Í 1963 koma tveir beiggjar úr Grønlandi við einum gittara, sum teir hava keypt frá einum norðmanni. Við gittarinum fylgdi kunnleiki til 3 akkordir; (D-A7-G).
Markleys breiddist nú fold hjá hesum 12 ára drongi. Brakið úr Liverpool náddi eisini til Fuglafjarðar, og longu sum 13 ára gamal spælir hann til dans við Silly Boys. Teir gjørdist heimskendir í Føroyum.
Í 1970 fer hann til Danmarkar at vitja ein bróðurson í fjúrtan dagar, men gjørdist tað ein longri túrur. Hann býr framvegis á Flatlondum.
Nú legði hann tónlistarliga á annan bógv, og gjørdist trubadurur. Hann spældi í mong ár við í Den Udødelige Trio. Teir ferðaðust ríkið upp og niður, og sigur Stanley, at hann kennir Danmark betur, enn flestu danskarar. Umframt Danmark, hevur hann spælt í nógvum øðrum londum. Hetta, og mangt afturat, fer Stanley at greiða frá í samrøðu við Rudolf.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

21 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

15 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

9 minuttir síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

41 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

5 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

12 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

14 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

15 tímar síðan