Føroyingar, ið fáast við ítrótt, sum hevur við styrki og megi at gera, hava nú stovnað sítt egna felag. felagið er fyri øll, sum fáast við hesi sløgini av ítrótti.
Tað var leygardagin at fólk, sum hava áhuga fyri hesum slagi av ítrótti, hittust í ÍSF húsinum at stovna felag.
– Styrkifelag Føroya verður karmur um ítrótt, sum hevur við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttin, powerlyfting, strongman-ítróttin og CrossFit, men aðrar ítróttargreinir kunnu eisini vera við, siga fyrireikararnir, nú felagið er stovnað.
Endamálið við felagnum er at stuðla hesum ítróttargreinum fram á leið. Millum annað verður verður skipað fyri almennum føroyameistarakappingum, og akipa almennar metlistar. Tey fara er eisini at skipa fyri góðum venjingarumstøðum og at menna venjaraførleikar í Føroyum.
Felagið verður skipað undir ÍSF, og næsta stig verður at stovnað eitt menningarsamband hjá ÍSF, sum verður karmur um hetta felagið og onnur feløg í framtíðini.
Tey siga, at neyvt samstarv verður við norðurlendskar styrkifelagskapir, ikki minst við ”Dansk Vægtløftings-Forbund” og danska landsliðsvenjaran, Frank Petersen, sum er venjarði felagnum, AK Atlas.
Formaður í nýggja felagnum er Heini Hátún, og næstformaður Eyðun Mortensen.
Tey harmast kortini um, at tað vóru ov fáar kvinnur við á stovnandi aðalfundinum, og tað fara tey at royna at gera nakað við, tey vísa á, at í Danmark og í Íslandi eru fleiri kvinnur við í hesum ítróttargreinum. Í Íslandi eru fleiri av heimsins fremstu kvinnum í CrossFit og danskar kvinnur standa seg eisini væl í olympiska vektlyfting.
Sterkir føroyingar stovna sítt egna felag Sterkir føroyingar stovna sítt egna felag
Endamálið er at stuðla teimum, sum hava við styrki at gera
Áki Bertholdsen
10. september 2019 kl. 08:39
Mest lisið
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
Í gjár kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
8 tímar síðan
21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður
17. oktober kl. 09:01
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League
8 minuttir síðan
Hondbóltur
Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki
28 minuttir síðan
Tíðindi
Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum
38 minuttir síðan
Tíðindi
Nú tørvast skaldaljóð
1 tími síðan
Tíðindi
Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni
2 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki
3 tímar síðan
Tíðindi
Løgreglan: Átaksráðið umrøtt nettrygdarstøðuna við PHP
3 tímar síðan
Lesarabrøv
5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Nei Sirið – argument mangla ikki
4 tímar síðan
Tíðindi
Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba
5 tímar síðan
Tíðindi
Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk
5 tímar síðan
Tíðindi
Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur
5 tímar síðan