info
Ongi úrslit

Størsta málveitslan higartil í ár

10 av 21 málum í 5. umfari vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður

info
Jóannes Hansen
18. apríl 2014 kl. 15:25
Í fótbólti verður ofta tikið til, at tað eru málini, sum borga fyri undirhaldinum. Um málini eru barometrið fyri undirhaldi, so var 5. umfar í Effo-deildini, sum var á skránni skírisdag, meiri undirhaldandi, enn øll hini undanfarnu umførini higartil í ár hava verið. Í teimum fimm uppgerðunum hesa ferð var samlaða máltalið 21: KÍ-AB 4-1, ÍF-EB/Streymur 3-0, B68-B36 2-4, Skála-Víkingur 1-1 og HB-NSÍ 4-1. Í undanfarnu umførunum hevur máltalið verið væl lægri enn so: 1. umfar 11 mál, 2. umfar 16 mál, 3. umfar 15 mál og 4. umfar 12 mál. Fyri at finna eitt umfar við eins nógvum ella fleiri málum enn hesa ferð, skal leitast aftur til 27. og síðsta umfar í fjør. Tá var máltalið 23. Ofta er í síðsta umfari talan um onkran stóran sigur, tá ið tað longu frammanundan er avgjørt, hvør skal flyta niður. Soleiðis var tað í fjør, tá ið KÍ á heimavølli í síðsta umfari vann 7-1 á 07Vestur. Longu undan síðsta umfari var tað greitt, at vágaliðið var flutt niður. Skírisdag var tað eisini merkistvert, at knappur helmingur av málunum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Tíggju mál vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður – íroknað tvey brotsspørk. Og í onkrum øðrum førum aftrat var tað eftir fríspark og eitt sindur av spæli, at bólturin endaði í netinum. 5. umfar Hósdagin 21. apríl KÍ-AB 4-1 (2-0) 1-0: Sørmundur Kalsø 37. 2-0: Hjalgrím Elttør 41. 3-0: Rodrigo Silva 49. 4-0: Páll A. Klettskarð 65. 4-1: Dion B. Splidt 76. Dómari: Lars Müller KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør – Henry Heinesen (Ivan Joensen, 62.), Páll A. Klettskarð (Heðin á Lakjuni, 65.), Rodrigo Silva (Heðin Klakstein, 62.) Gult kort: eingin AB: Hans Jørgensen – Jobin Drangastein, Jógvan Isaksen, Leivur Holm, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Hørður Mohr (Magnus Egilsson, 64.) – Jónas Stenberg, Sorin Anghel (Cristian í Garði, 62.), Dion B. Splidt (Ari Johannesen, 81.) Gult kort: Dion B. Splidt ÍF-EB/Streymur 3-0 (0-0) 1-0: Leivur Joensen 74. 2-0: sjálvmál 83. 3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 85.  Dómari: Petur Reinert ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard (Pól Magnus Petersen, 90.), Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 46.) – Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares Gult kort: Fritleif í Lambanum EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen – Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielssen (Brian Olsen, 68.) – Leif Niclasen (Gunnar Zachariasen, 62.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Gult kort: Jóhannes Hansen, Jónas þór Næs B68-B36 2-4 (1-3) 1-0: Óli H. Olsen 1. 1-1: Hørður Askham 3. 1-2: Lukasz Cieslewicz 25. 1-3: Jákup á Borg br 42. 1-4: Hørður Askham 76. 2-4: Óli H.Olsen 88. Dómari: Rói Jacobsen B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson, Janus Mortensen (Emil Ronaldsson, 86.), Jann Ingi Petersen, Evrard Blé (Esmar Clementsen, 63.) - Óli H. Olsen, Ovi Brim Gult kort: Kristian Anton Andreassen, Niklas Poulsen Reytt kort: Mads Rosenberg 22. (beinleiðis reytt) B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 80.) – Jákup á Berg (Tóki á Lofti, 70.), Róaldur Jakobsen (Eli Falkvard Nielsen, 83.), Hanus Thorleifsson, Rasmus Dan Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal Gult kort: Høgni Eysturoy, Lukasz Cieslewicz Skála-Víkingur 1-1 (0-1) 0-1: Súni Olsen br 44. 1-1: Brian Jacobsen 62. Dómari: Dagfinn Forná Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen (Brian Jacobsen, 59.) – Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen – Holgar Durhuus Gult kort: Poul N. Poulsen, Jákup Johansen Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen (Magnus Jarnskor, 85.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 70.) – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Heðin Hansen (Filip Djordjevic, 62.) – Finnur Justinussen Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus HB-NSÍ 4-1 (2-0) 1-0: sjálvmál 29. 2-0: Fróði Benjaminsen 32. 2-1: Árni Frederiksberg 54. 3-1: Símun Samuelsen 82. 4-1: Andrew av Fløtum 89. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Teitur M. Gestsson – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen (Levi Hanssen, 46.), Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 64.) Gult kort: eingin NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen (Sjúrður Jacobsen, 46.)  - Jens Joensen, Magnus Olsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 46.), Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen Gult kort: Andras Gango, Andy Olsen, Jens Joensen Støðan eftir 5 umfør HB 11 stig B36 11 stig NSÍ 9 stig ÍF 9 stig KÍ 9 stig EB/Streymur 8 stig Víkingur 5 stig AB 4 stig Skála 2 stig B68 1 stig 6.  umfar 2. páskadag KÍ-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00 ÍF-B36: Petur Reinert kl. 15.00 B68-AB: Dagfinn Forná kl. 15.00 EB/Streymur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00 HB-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00 mynd: nordlysid.fo

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan