info
Ongi úrslit

Todi Jónsson skal venja NSÍ!

NSÍ hevur í dag sett Toda Jónsson sum venjara hjá besta mansliðnum

Tróndur Arge
14. januar 2022 kl. 21:15

NSÍ hevur í dag brostið eina av teimum meiri spennandi bumbunum í føroyskum fótbólti. Felagið hevur nevniliga sett ongan minni enn Toda Jónsson sum venjara hjá besta mansliðnum. NSÍ hevur leitað eftir venjara í eina tíð, og í kvøld boðar felagið frá helst størsta legendan í føroyskum fótbólti er settur sum venjari. Hann skal velja besta mansliði saman við Poul Helga Jacobsen og Jens Martini Knudsen.

- Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva íblástur til okkara lokala og relativt unga hóp. Longu í 2009 stovnaði hann TODI FODBOLD COACHING, sum bjóðar persónliga venjing til børn og ung. Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara spælarar enn meira, sigur Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ.

NSÍ bleiv í fjør nummar fýra í landskappingini og kom í steypafinaluna, men tapti eftir brotssparkskapping.

NSÍ skrivar:

Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson. Talan er um tann føroyska leikaran, ið er komin longst sum yrkisleikari. Á einum sterkum FCK-liði var Todi ein av profilunum, og hann skoraði heili 68 mál fyri FCK. Talan er eisini um eina av okkara størstu landsliðslegendum.

Todi hevur venjaraútbúgving frá ProAcademy, ið hevur eitt ógvuliga breitt fokus á fjølbroyttar venjingar, lívsstíl, heilsu og styrki. Hartil er hann DBU-T venjari, ið er ein serlig útbúgvin til fyrrverandi yrkisleikarar. Todi fer skjótast møguligt í gongd við A-licens.

NSÍ hevur sett tveir venjarar afturat. Poul Helgi Jacobsen og málmanslegendan Jens Martin Knudsen, ið eru væl kendir í felagnum, koma at vera ein partur av nýggja venjaratoyminum. Teirra innsatsur og ávirkan hevur ikki ligið eftir, hvørki á ella uttanfyri vøllin. Báðir hava hægstu venjaraútbúgvingina hjá FSF. Venjaratoymið verður sostatt Todi Jónsson, Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen.

”Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva íblástur til okkara lokala og relativt unga hóp. Longu í 2009 stovnaði hann TODI FODBOLD COACHING, sum bjóðar persónliga venjing til børn og ung. Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara leikarar enn meira”, sigur Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ.

Við legendum á síðulinjuni – heilt frá málmanspostinum fram í álopið – eru vit í NSÍ sera spent uppá eitt kappingarár, har fokus verður á menning av okkara góða hópi, ið bæði inniheldur royndar profilar og ung talent.

Vit gleðast um at Jens Martin og Poul Helgi taka enn eitt tørn fyri NSÍ, og vit fara at ynskja Toda Jónsson vælkomnum til vøllin við Løkin.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

7 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

9 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

10 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

10 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

10 tímar síðan