info
Ongi úrslit

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni er nummar 10 í deildini

Heri Á. Simonsen
24. november 2026 kl. 22:00

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson var aftur liðskipari hjá Hellas Verona, ið spældi dyst á útivølli í Seriu B í kvøld.

Á Stadio Comunale di Chiavari tapti Hellas Verona 1-2 fyri Entella.

Amin Sarr legði Verona á odda í 18. minutti, men 15 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Entella sigursmálið.

Talan er um annað tapið á rað hjá Hellas Verona, ið nú er nummar 10 av teimum 20 liðunum í deildini við 16 stigum. Hellas Verona hevur tó bert trý stig upp til áttanda plássið, ið gevur rætt til Play Off dystir um uppflyting við kappingarenda.

Fyri leikliga avrikið í kvøld fær Andrias karakterin: 7,5 frá Flashscore og 7,4 (av 10 møguligum) frá Sofascore.

Leygardagin klokkan 14 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti botnproppinum, Empoli.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

9 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

36 minuttir síðan
Tíðindi

Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra

52 minuttir síðan
Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

1 tími síðan
Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

2 tímar síðan
Tíðindi

U19 EM: Sara Benjaminsen bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Tak eina jólamynd á Torginum!

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn dømdir sjey ára fongsul hvør

5 tímar síðan
Tíðindi

Fekk pengarnar aftur eftir følsk TAKS-boð

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Heilsuverkið og fer­til­i­tets­við­gerð­ir á bredda­num í Fólkatinginum

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ætlan fyri vitlíki fyri 51 milliónir krónur

6 tímar síðan