Seinnapartin klokkan 15 spælir føroyska U19-kvinnulandsliðið fyrsta av trimum EM-undankappingardystum í Ligu B, ið tær leika á heimavølli á Tórsvølli.
Mótstøðuliðið seinnapartin verður Litava. Hini bæði liðini í bólkinum eru Andorra og Ukraina.
Tá Føroyar og Litava hittust 12. apríl vunnu Føroyar 3-1. Sara Benjaminsen skoraði tvey mál, og Kára Sigurðsson skoraði eitt mál.
Fimm veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin á Tórsvølli hava Føroyar sum favoritt til at vinna dystin.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,56 og 1,60.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,85 og 4,00.
Oddsini upp á litaviskan sigur liggja millum 4,33 og 4,61.
HER eru oddsini:
-
©