info
Ongi úrslit

Ov høgir prísir og Trump fær norskar fjepparar at boykotta HM

Noreg fer til fyrsta HM-endaspælið í 28 ár

Heri Simonsen
29. mai 2026 kl. 00:05

Í 28 ár hava norðmenn bíðað eftir, at teirra manslandslið í fótbólti sleppur at kappast í einum HM-endaspæli. Samstundis eru 26 ára síðani, at Noreg tók lut í einum EM-endaspæli.

Men nú hevur tjóðin vónir um, at Erling Braut Haaland, Martin Ødegaard og hinir fara at vinna Noregi heiður og æru í HM-endaspælinum.

Noreg er í innleiðandi HM-bólki I saman við Fraklandi, Fílabeinsstrondini og Irak.

Undir vanligum umstøðum átti tað at ført til, at túsindtals norskir fótbóltsfjepparar fóru til HM-endaspælið at stuðla sínum leikarum, men soleiðis er ikki í hesum førinum. 

Sambært tíðindastovuni, NTB halda ov nógvir norskir fjepparar, at ferðing og uppihald kostar alt ov nógvan pening, og so eru tað eisini fjepparar , ið boykotta HM-endaspælið orsaka av amerikanska forsetanum, Donald Trump. 

Kim Balslev frá ferðaskrivstovuni,  Expert Reiser sigur við NTB, at tey høvdu væntað væl fleiri fyrispurningar upp á HM-ferðir til USA, men tað hevur verið langt undir forvæntning. 

Øyvind Rusten frá ferðaskrivstovuni, GTravel sigur, at eftir hansara tykki eru tað serliga høgu prísirnir, ið halda norðmonnum frá at keypa HM-ferðir til USA. 

Noreg leggur fyri 16. juni við dysti móti Irak. 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

26 minuttir síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

2 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

3 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

4 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

4 tímar síðan