info
Ongi úrslit

Týðaraheiðursløn nevnd eftir Turið

Dagfinn Olsen
1. juni 2026 kl. 23:05

Týðaraheiðursløn er nevnd eftir Turið Sigurðardóttur, professara emerita á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar setur.fo.

The Turið Sigurðardóttir Translation Prize for Icelandic and Faroese Literature verður latin fyri týðingar av íslendskum og føroyskum bókmentum til enskt.

Tað er The American-Scandinavian Foundation, sum hevur stovnað nýggju virðislønina. 

Heiðurin fær Turið Sigurðardóttir m.a. fyri sítt ídni sum bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya og fyri sítt fjøltáttaða virksemi sum íbirtari, týðari, útgevari og stuðul hjá mongum, sum hava arbeitt við bókmentum.

Stigtakararnir til virðislønina siga m.a. í tíðindaskrivi, at Turið Sigurðardóttir í áratíggju ótroyttiliga hevur ment eitt alsamt vaksandi lið av týðarum til og úr føroyskum, og at hon við sínum forlagi Ungu Føroyar hevur stuðlað rithøvundum á so mangan hátt.

Vónað verður, at Turið Sigurðardóttir-virðislønin fer at eggja fleiri týðarum at fáast við føroyskar og íslendskar bókmentir.

Á Føroyamálsdeildini hevur Turið Sigurðardóttir í fleiri umførum undirvíst í týðingarfrøði, og hon hevur staðið fyri altjóða summarskeiðinum í føroyskum, sum hevur alt fram fleiri týðarar av føroyskum bókmentum til onnur mál.

The American-Scandinavian Foundation hevur eisini aðrar virðislønir um hendur, m.a. Nadiu Christensen-virðislønina, ið verður latin fyri týðingar úr norðurlendskum málum til enskt, skrivar setur.fo.  

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

10 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

3 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

5 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

6 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

7 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

7 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

7 tímar síðan