Við níggju atkvøðum fyri og fýra ímóti samtykti Tórshavnar býráð hóskvøldið 22. oktober at velja Jeanette Ellefsen Blaasvær í nevndina fyri almannagagnliga bústaðarfelagið.
Tað var borgarstjórin, sum skeyt hana upp. Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Birgir Nielsen og Annfinn Brekkstein atkvøddu ímóti. Gerðabókin upplýsir ikki, hví teir vóru ímóti valinum.
Felagið skal eftir ætlan yvirtaka tær 44 íbúðirnar í Dalabú við Dalavegin. Endamálið er at fáa fleiri leiguíbúðir á marknaðin í kommununi. Felagið skal eiga íbúðirnar, meðan Bústaðir skal standa fyri dagligum rakstri og umsiting.
Bústaðir fór undir byggingina í 2023, og íbúðirnar vóru lidnar fyrst í 2025. Sambært málslýsingini royndi Bústaðir síðani at selja tær sum lutaíbúðir vegna fíggjarviðurskiftini í verkætlanini.
Áhugin var stórur, men ov fá ynsktu at keypa ein lut. Hinvegin høvdu fólk og feløg áhuga í at keypa íbúðir við tí endamáli at leiga tær út til stutttíðarleigu, stendur í málslýsingini.
Býarskipanardeildin vísir á, at stórur fólkavøkstur hevur lagt trýst á bústaðarmarknaðin. Deildin metir eisini, at spekulatión ger tað truplari hjá vanliga borgaranum at seta búgv í kommununi. Tí hevur tað týdning at tryggja bústaðir, har fólk búgva, og sum ikki standa tómir stóran part av árinum.
Sjálv avgerðin um at stovna bústaðarfelagið saman við Bústøðum varð tikin 11. desember 2025. Tá samtykti býráðið eisini at seta 20 milliónir krónur í felagið og tryggja kommununi tríggjar leiguíbúðir til sosiala økið.
Sosiala deild hevði í viðgerðini víst á tørvin á fleiri íbúðum við eini leigu, sum eisini einligir uppihaldarar á almannaveiting kunnu rinda.
Stovnanin varð samtykt við sjey atkvøðum fyri, trimum ímóti og trimum blonkum. Samstundis varð avgjørt at hækka talið á nevndarlimum úr trimum upp í fimm.
Gerðabókin frá fundinum 22. oktober upplýsir ikki, nær íbúðirnar verða tøkar at leiga, ella hvør húsaleigan verður.