info
Ongi úrslit

Víkingur úr steypakappingini

info
Eyðstein Johannesen
20. mars 2008 kl. 17:56
Tvey nýggj feløg hittust í dag í Sørvági, og tað var heimaliðið 07 Vestur, sum slapp best burtur úr tí. Heimaliðið vann 5-3 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Stóra hetjan hjá heimaliðnum var málverjin Trygvi Askham, sum bjargaði brotsspørkum frá Sølva Vatnhamar og Atla Gregersen. Tór-Ingar Akselsen setti hol á fyri heimaliðið í 69. minutti, og tíggju minuttir seinni javnaði Adrian Joensen, sum harvið gjørdist fyrsti víkingurin at skjóta mál. Í longdu leiktíðini varð einki mál skorað. Mest dramatiska hendingin var, at Gunnar Haraldsen hjá heimaliðnum í 112. minutti fyri aðru ferð sá gula kortið og harvið varð rikin av vølli. Í brotssparkskappingini skoraði fyri heimaliðið Silva Braga, Jovan Panic, Ingi Ole-Jacobsen og Tór-Ingar Akselsen. Fyri Víking skoraðu Niclas Niclasen, og Kaj Ennigarð. 07 Vestur skal 2. páskadag spæla á heimavølli ímóti vinnaranum millum B36 og Skála.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

4 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan