info
Ongi úrslit

Video: Hendingaríkur javnleikur við Løkin

Her er samandrátturin frá 1-1 javnleikinum millum NSÍ og KÍ

info
Tróndur Arge
3. mai 2014 kl. 22:27
Tá Páll Augustinussen bríkslaði fyri síðstu ferð var úrslitið var 1-1. NSÍ legan fegnast um at hava vunnið eitt stig, og í KÍ leguni er hýrurin ikki góður. Henry Heinesen legði KÍ framum í 26. minutti, og leiðslan helt sær, inntil tíðin var um at vera farin og reiðiliga tað. Les eisini: KÍ misti á stokkinum Í síðstu sekundunum eydnaðist tað NSÍ at javna. Málið skoraði innskifti Debes Danielsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at innskifti Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri úr høgru. Les eisini: Trygvi um dystin Einki var at siga til, at tey í heimaleguni vóru ovurfegin. Allan 2. hálvleik var tað KÍ, sum var omaná. NSÍ legði nógvar sendingar fram í KÍ brotsteigin, har Jonas Flindt Rasmussen og Sørmundur Kalsø vunnu luftspælið. Les eisini: Eyðun undrast á nógvu eykatíðini KÍ er á øðrum plássi við 13 stigum fyri 7 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 11 stigum fyri 7 dystir. NSÍ-KÍ 1-1 (0-1) 0-1: Henry Heinesen 26. 1-1: Debes Danielsen 90.+4. Dómari: Páll Augustinussen NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo (Debes Danielsen, 82.), Einar Tróndargjógv  – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 72.) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 64.), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen Gult kort: Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 82.), Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni (Álvur F. Christianen, 74.) – Páll A. Klettskarð (Rodrigo Silva, 90.) Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

8 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

1 tími síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

2 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

2 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

2 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

3 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

5 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

6 tímar síðan