Mikukvøldið leikti liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin dyst á útivølli í bólki 1 í millumumfarinum í Champions League móti Aalborg.
Aalborg vann dystin 34-31. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-16.
Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Füchse Berlin fekk einki stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum, og tí standa teir við ongum stigi aftaná tríggjar dystir. Teir hava tó sjey dystir eftir at leika í millumumfarinum. Tað alt avgerandi er at enda millum fýra tey ovastu liðini av teimum seks liðunum, ið manna millumbólkin.