info
Ongi úrslit
Onnur av breytunum - breytin, har bilaferðslan koyrir - endaði í havinum, samstundis sum siglingarleiðin inn og út av Azov-havinum er blokerað

Krim-brúgvin er aftur álopin

Sambært útlendskum tíðindamiðlum í kvøld er hetta triðja ukrainska álopið á Kertsj-brúnna seinastu dagarnar

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 03:17

Russiski guvernørurin á Krim-hálvoynni, Sergej Aksionov, sigur, at Kertsj-brúgvin aftur er álopin.

Tað var í 2014, at Russland tók oynna frá Ukraina, og nøkur ár eftir varð longsta brúgv í Evropa bygd út á Krim.

Ukraina hevur áður lopið á brúnna, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í 2022, og soleiðis hevur eisini verið seinastu dagarnar.

Í Ukraina verður sagt, at hetta er teirra svar upp á, at Russland afturvendandi loypur á ukrainskar brúgvar.

Ella - soleiðis, sum tú ert ímóti mær, eri eg ímóti tær.

Sambært útlendskum tíðindamiðlum í kvøld er hetta triðja ukrainska álopið á Kertsj-brúnna seinastu dagarnar.

Krim-brúgvin, sum hon eisini verður rópt, hevur alstóran strategiskan og symbolskan týdning fyri russiska forsetan, Vladimir Putin.

Sambært guvernørinum á Krim, Sergej Aksionov, verður nú kannað, hvørjar avleiðingar nýggju álopini á brúnna hava havt.

Meðan hetta verður kannað, er øll ferðsla eftir brúnni steðgað, leggur hann aftrat.

Sambært útlendskum miðlum er siglingarrennan undir Kertsj-brúnni tipt, tí vegabreytin til bilaferðslu á brúnni er rapað.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

17 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

9 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

3 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

6 tímar síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

6 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

7 tímar síðan
Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

7 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Füchse Berlin mátti lúta fyri Aalborg

7 tímar síðan
Tíðindi

Roykur rekur móti bygdini á Skála

8 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vester­gaard vil kanna regl­ur um kapp­bjóð­ing við húsa­sølu

8 tímar síðan
Hondbóltur

Stóra Bretland á vitjan

8 tímar síðan