Í kvøld er avtala gjørd við Magnus Norðberg, um at verða venjari hjá Klaksvíkar Róðrarfelagið í 2027. Magnus hevur verið í Klaksvíkar Róðrarfelag í fleiri ár – bæði sum rógvari og sum venjari. Í 2027 verður hann bæði.
Magnus hevur vitan, royndir og hugburð, sum okkara manningar fara at fáa stórt gagn av. Vit fegnast eisini um, at fleiri av okkara bátum longu eru mannaðir til kappróðrarárið 2027.