info
Ongi úrslit

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í kvøld

Savnsmynd
Heri Á. Simonsen
18. november 2026 kl. 21:35

Stjørnan er nú fremst í SMS-deildini.

Stjørnan vann í kvøld á heimavølli í KÍ-høllini 33-28 á Kyndli. Í steðginum var støðan 17-10 til Stjørnuna.

Jancy Jógvansdóttir Poulsen og Mina Sirdal Henriksen vóru toppskjúttar hjá Stjørnuni. Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli. Tær skutu allar sjey mál hvør.

Í høllini á Eiði eydnaðist tað Neistanum at vinna 26-22 á EB. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 15-13.

Við átta málum var Maria Fisker Stokholm toppskjútti hjá EB. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum, somuleiðis við átta málum.

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 32-26 á StÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 16-12.

Við níggju málum var Rakul Borgarlíð Joensen toppskjútti hjá VÍF. Við seks málum var Eyðbjørg K. Skoradal toppskjútti hjá StÍF.

Stjørnan er fremst í deildini við 16 stigum fyri 11 dystir. H71 er nummar tvey við 14 stigum. Neistin hevur 13 stig, VÍF hevur 12 stig og EB hevur 10 stig. Tey hava øll leikt 10 dystir. StÍF er næstaftast í deildini við trimum stigum. Kyndil er aftast í deildini við tveimum stigum.

HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dystunum í SMS-deildini, ið vóru leiktir í kvøld:

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

12 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

4 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magnus verður venjari

35 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

57 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

1 tími síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Füchse Berlin mátti lúta fyri Aalborg

2 tímar síðan
Tíðindi

Roykur rekur móti bygdini á Skála

2 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vester­gaard vil kanna regl­ur um kapp­bjóð­ing við húsa­sølu

3 tímar síðan
Hondbóltur

Stóra Bretland á vitjan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Rói flytur yvir um fjørðin

4 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

4 tímar síðan